Talið av deyðum í floyminum í brasilska statinum, Rio Grande do Sul, er nú komið upp á 75. Haraftrat eru í minsta lagi 130 fólk saknað.
Tað upplýsa lokalir myndugleikar í økinum yvirfyri tíðindamiðlum.
- Hetta minnir um eitt krígsøki, sigur guvernørurin, Eduardo Leite.
80.000 fólk hava verið noydd at rýma úr húsi og heimi. Tað er oysandi áarføri, sum hevur skapt stóra floymin.
Veðurlagsfrøðingurin, Francisco Eliseu Aquino, sigur við AFP, at orskin til oyðileggjandi illveðrið hevur sína orsøk í globalari upphiting og veðurlagsfyribrigdinum, El Niño.
Floymurin, sum hevur rakt Brasilia um dagarnar, er hin herviligasti í meira enn 80 ár, og fríggjadagin varð øll flúgving til og úr altjóða floghavnini í Porto Alegre fyribils steðgað.