Alt verður ikki bara heitari

Tað eru 33 ár síðan, at Noreg hevði ein so kaldan apríldag, sum hin 5. apríl í ár, tá heili 32,9 kuldastig vórðu máld í Finnmørkini.

Norski veðurstovnurin, Meteorologisk Institutt, veit í dag at siga, at tilsamans 17 kuldamet vórðu sett í Noregi í apríl í ár. 

 

Mesti kuldin varð máldur í Finnmørkini. Hetta var hin 5. apríl, tá tað vóru 32,9 kuldastig í Cuovddatmohkki.

 

- Hetta er mesti kuldi, sum er máldur í Noregi í apríl síðan 1991, sigur Jostein Mamen, veðurlagsgranskari á Meteorologisk Institutt.

 

Tað eru við øðrum orðum 33 ár síðan, at Noreg hevði ein so kaldan apríldag seinast.

 

- Sum heild var kuldin í apríl í Noregi 0,6 stig lægri enn miðal fyri apríl, men miðalhitin fyri apríl í 2021 var upp aftur lægri, sigur veðurlagsgranskarin.