Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur, at bæði talufrælsi og lógir skulu virðast, tá studentar mótmæla krígnum í Gaza.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga.
- Vit eru ikki ein einaræðisstatur, sum kúgar fólk, men vit eru heldur ikki eitt lógleyst land. Vit eru eitt borgarasamfelag.
Soleiðis segði Joe Biden á einum tíðindafundi í dag.
Amerikanski forsetin vísti aftur, at hann hevur broytt meining um miðeysturpolitikkin.
- Ætlanin hevur ongantíð verið at brúkt tjóðarhirðuna móti studentunum, sum mótmæla krígnum í Gazageiranum, segði hann.