Dansibandsfestivalurin í Vági hevur 10 ár á baki, og hevur bara ment seg hesi árini.
Í kvøld byrjaði festivalurin við syngi við kvøldi á Hamragarði og eisini er pub quiz í kvøld á Jugga.
Sera nógvir húsvognar seta dám á vesturi á Eiðinum í Vági, ið er karmur um festivalin. Og tað frættist fyrr í kvøld, at enn fleiri eru væntandi, tí sera nógv fólk og vognar vóru við Smyrli suður í kvøld.
Í morgin er kalt borð og syngið við kvøld. Upp á Tá í KVF sendir beinleiðis úr Vági, har føroyskir bólkar spæla. Leygarkvøldið standa norskir dansibandsbólkar fyri dansinum.
##med2##
##med3##