Danska stjórnin hækkar markið fyri fosturtøku til 18. viku

Fyri fyrstu ferð í 50 ár verða broytingar gjørdar í donsku lógini um fosturtøku, har markið verður hækkað til viku 18.

Tað er fyrstu ferð í 50 ár, at størri broytingar verða gjørdir í reglunum um fosturtøku í Danmark. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Danska stjórnin og fleiri flokkar í Fólkatinginum eru vorðin samd um at hækka danska abortmarkið frá og við 12. viku til síðst í 18. viku.

Tað skrivar danska innanríkis- og heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í dag.

Avtalan er gjørd miilum SF, Eindarlistan, Tey Radikalu og Alternativið.

Tað er fyrstu ferð í 50 ár, at størri broytingar verða gjørdar í reglunum á abortøkinum, og sambært Sophie Løhde, innanríkis- og heilsumálaráðfrú, er tað upp á tíðina.

– Heilsufakliga er tað einki sum sigur, at núverandi markið er tað rætta, og heldur ikki nakað, sum bendir á, at tað verða fleiri ella seinni fosturtøkur við at flyta vikumarkið.

Sambært Sophie Løhde verður tað framvegis »munandi frástøða« til ta tíðina, tá eitt fostur kann liva.

Í september í 2023 kom danska Etiska Ráðið við uppskoti um at hækka markið, tí Danmark hevur eitt tað mest avmarkandi fosturtøkumarkið í Vesturevropa.

9 av teimum 17 limunum í ráðnum mæltu til markið á 18 vikur.

Stutt framman undan at Etiska Ráðið mælti til at hyggja upp á fosturtøkumarkið høvdu Eindarlistin og Vinstri tikið kjakið upp í Danmark.

##med2##

 

– Tað er ein søguligur dagur. Tað, at vit í dag hækka markið fyri fríum aborti til viku 18, er ein stórur almannapolitiskur og javnstøðupolitiskur sigur, sigur Rosa Lund, sum er javnstøðuframsøgufólk hjá Eindarlistanum.

Eindarlistin er annars fortalari fyri, at abortmarkið skal hækkast til 22. viku, tá flokkurin heldur, at »tað er tað rættara heilsufakliga«. Men Rosa Lund sigur seg vera nøgav ið, at semjan endaði á 18. viku.

Sum ískoyti til avtaluna um nýggja marki hava somu flokkar eisini saman við Liberal Alliansa og Konservativu gjørt eina avtalu um at hava eina abortnevnd fyri alt landið í staðin fyri tær fimm økisnevndirnar.

Nevndin skal frá 1. juli 2025 kunna taka avgerðir um loyvi til fosturtøku eftir 18. viku. Broytingin verður gjørd fyri at einsrætta tilgongdina í øllum landinum, verður sagt. 

– Tað hevur verið stórur munur á, hvussu ofta økis fosturtøkunevndirnar hava givið loyvi til fosturtøkur eftir galdandi vikumarki, sigur Sophie Løhde.

Ein triðja avtala á økinum merkir harumframt, at 15-17 ára gamlar gentur framyvir skulu kunna taka abort uttan loyvi frá foreldrum ella loyvi frá fosturnevndini.

Umframt stjórnina eru SF, Liberal Alliansa, Eindarlistin, Tey Radikalu og Alternativið við í avtaluni.

Har leggur javnstøðuráðfrúan Marie Bjerre, at seksuelli lágaldurin eisini er 15 ár.

– At velja, um tú skal hava ein abort, er ein trupul støða, og eg vóni, at ungu kvinnurnar fáa stuðul frá foreldrum. Meu um tað er ósemja, so skal tað í síðsta enda vera tann unga kvinnan, sum skal gera av, um hon skal verða mamma, sigur hon í boðunum.

Nýggju reglarnar á fosturtøkuøkinum verða framdar við eini broyting í heilsulógini.

Lógaruppskotið verður lagt fram í loypi av næsta árini og kemur í gildi 1. juni í 2025.

Rætturin til frían abort kom í gildi í Danmark í 1973.

Føroya hava enn ta donsku lógina um fosturtøku frá 1956. Men uppskot er í Løgtinginum um at loyva fríari fosturtøkur til og við viku 12. Fyri fyrstu ferð eru ábendingar um, at uppskot um fría fosturtøku kann verða samtykt í Føroyum. Uppskotið hevur verið til 1. viðgerð og skal avgreiðast áðrenn tingið fer heim um tríggjar vikur.

 

/ritzau/

 

Tað er fyrstu ferð í 50 ár, at størri broytingar verða gjørdir í reglunum um fosturtøku í Danmark. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Hoyrið samrøðu við Rosu Lund, sum er framsøgufólk hjá Eindarlistinum á Fólkatingi