Tað er næstan ikki dagur - ei heldur nátt - at løgreglan ikki ger ferðslukanningar ella onnur ferðsluátøk kring landið.
Soleiðis var eisini í gjár og í nátt, tá ferðslan kring høvuðsstaðarøkið, í Eysturoy og Suðuroy varð kannað.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at eingin bilførari varð máldur at koyra ov skjótt, og eingin varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.
- Onkrar átalur vórðu givnar, men ongar bøtur. Ein bilførari koyrdi við tokulyktum, hóast tað ikki var toka, og tað er ikki loyvt. Í onkrum bili var onkur lítil pera, sum ikki lýsti.
Løgreglan sigur, at talan í nevndu førum var um so smá mál, at bilførarar bert fingu átalu og boð um at fáa viðurskiftini í rættlag.