Opin eldur í glastrevjabáti á Argjum

- Tað tók bara nakrar minuttir frá tí, at boðini komu, til eldurin var sløktur, sigur løgreglan.

 

Klokkan 20.44 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum minni glastrevjabáti í bátahylinum á Argjum.

 

- Sløkkiliðið, sum hevði venjingar á Landssjúkrahúsinum hesa løtu, varð boðsent og fór beint á staðið, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Sambært løgregluni var eldurin í bátinum sløktur longu klokkan 20.52 - ella bara nakrar fáar minuttir eftir, at fráboðanin var komin.

 

Vaktleiðarin sigur, at talan var um opnan eld, og ivaleyst hevur báturin fingið nakað av skaða, tá hetta er ein glastrevjabátur.

 

- Vit hava havt okkara brandteknikara á staðnum, men í løtuni veit eg ikki neyvt, hvussu umfatandi skaðin er, sigur løgreglan í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at maðurin, sum eigur bátin, hevði verið á floti við bátinum, og illgruni kann eitt nú vera um tað elektriska. 

 

Men, tað veit løgreglan ikki at siga í morgun, og her verður, sum vanligt er í slíkum málum, ein frágreiðing skrivað um hendingina.