Enn er ógreitt hvussu umfatandi skaðin hjá Mattiasi er

Landsliðsmálverjin fór av vøllinum við skaða tá 86 minuttir vóru farnir

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge fór hóskvøldið av vøllinum við skaða í útidystinum móti Sønderjyske í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tá bert fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini bleiv Mattias skaddur í einari álopsstøðu hjá Sønderjyske. Mattias hálvbjargaði einari roynd frá Søren Andreasen, men bleiv skaddur í støðuni, og so kundi Søren Andreasen lobba bóltin í málið til 2-1 til stóran fagnað fyri heimafjøldina. Mattias mátti av vøllinum, og í hansara stað kom Frederik Mehder.

 

Sønderjyske vann dystin 2-1, og teir eru staðfestir uppflytarar til superliguna.

 

Í stuttari viðmerking til in.fo sigur Mattias um skaðan: - Tað er torført at siga. Tað kendist sum økslin fór úr lið og kom uppá pláss aftur. Í løtuni kann eg ikki brúka armin/økslina til tey mest vanligu tingini, men vit fáa at síggja hvussu tað sær út teir komandi dagarnar. Sigur Mattias í stuttari viðmerking til in.fo.

 

Komandi dystur hjá Fredericia verður á heimavølli sunnudagin 12. mai. Talan verður um prestisjutunga grannauppgerð móti Kolding. 

 

Fredericia er nummar trý í ovara endaspælinum við 44 stigum. Teir eru tvey stig frammanfyri Vendsyssel FF.