Fýra frystilínuskip eru á veg yvir á Flemish Kap

- Streymurin verður brúkiligur hesa vikuna, og veðrið verður gott, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Bæði tey størru ísfiskalínuskipini liggja, men fleiri frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni - tey flestu á fjarleiðum.

 

- Tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum, trý fiska í Grønlandi, og fýra frystilínuskip eru á veg yvir á Flemish Kap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at línuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

- Streymurin verður brúkiligur hesa vikuna, og veðrið verður gott. Tí verður roknað við, at nakað av útróðri verður.

 

Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur í løtuni.