Hátíðarhalda viðarlundir í Havn í dag

í dag verður hátíðarhald fyri viðarlundum í Tórshavnar kommunu

Í dag, Kristi himmalsferðardag, verður hátíðarhald í Havn í samband við, at fýra viðarlundir hava ársdag.

 

120 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu sett niður í Viðarlundini í Gundadali, Plantaguni.

 

90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum.

 

50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið.

 

Í sambandi við ársdagarnar hjá teimum fýra viðarlundunum skipar Tórshavnar kommuna fyri hátíðarhaldið 9. mai - Kristi himmalsferðardag.

 

Hátíðarhaldið verður í viðarlundini í Grið – við Landavegin og Frælsið.

 

##med2##

 

Skrá:

 

Kl. 14:00

 

Hátíðarhald í viðarlundini í Grið

 

  • Harmonikufelagið spælir tónleik
  • Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu
  • Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, heldur røðu

 

Felagssangur

 

Bjóðað verður kaffi, te og sunkist

 

Ovara myndin er um 50 ára gomul, niðara myndin er nýggj mynd av viðarlundini í Prestlág við Kinabrekkuna og Frælsið í Havn