Grein úr Sosialinum 24. apríl:
Í november 2023 byrjaði mítt 3. ár sum kirkjuráðslimur í Kirkjubøar kirkju. Fyrsta árið fór við at seta meg inn í uppgávuna og fáa skil á bygnaði og organiseringum innan fólkakirkjuna og síðani havi eg engagerað meg meiri í uppgávuni og saman við øðrum staðið fyri ymiskum tiltøkum, sum hava til endamáls at fjálga um okkara kirkjulið. Inntil onkur heitti á meg um at gerast kirkjuráðslimur havi eg annars ikki gáað eftir, at kirkjan var serliga týdningarmikil fyri meg. Men eg leggi nógv í kirkjuna í Kirkjubø og aðrar heimligar kirkjur og í felagskapinum rundan um kirkjuna.
##med6##
Eg eri eitt nokkso introvert kirkjufólk, sum gerist illa við, tá fólk vitna ella proklamera seg kristin við tí sum tað inniber fyri tey, og kanska serliga, um tey avmarka rásarúmið hjá øðrum.
##med2##
Trúgv er fyri meg privat og ikki nakað at tosa um – so slettis ikki við fremmand. Mær dámar tó væl at diskutera prædikur og spyrja til óskiljandi tekstir og mongu mótsøgnirnar í bíbliuni.
Mær dámar friðsæla kirkjurúmið og klassisku gudstænastuna, har tú fær íblástur, ugga ella vón, syngur vakrar sálmar og annars situr í frið eina løtu og samstundis er partur av einum felagskapi. Eg lurti eisini javnan eftir donskum gudstænastum, og havi gleði av prædikum, sum venda sær til danskaran anno 2024. Sum barnvaksin í norðurjyllandi og lesandi á Fyn er tað kanska ikki so løgið.
Sum hjá mongum øðrum eru tað nakrir prestar, sum duga at formidla, so tað gevur meining fyri mær. Eg gerist upplyft, tá prædikan hevur flog og fjøltáttaðar referensur frá livaðum lívum, ið tilsamans flyta bíbliutekstir inn í 2024 og raka meg við gleði, undran, ugga ella vón.
Tá eg aftaná hugsi víðari og skilji eitthvørt í mínum lívi betri. Meirilutin av mínum yndisprestum eru kvinnur eins og eg sjálv. Kanska tí tær skilja kvinnulívið (í Føroyum) og duga at flætta orð og viðurskifti inn, sum kemur kvinnum við.
Mannligu yndisprestarnir duga tað sama og allir hava hesir prestar eitt til felags: tey hava fokus á orðið og uppgávuna og ikki á seg sjálvar, sína samvitsku ella meining um, hvør er røtt ella skeiv. Tey tosa til menniskju og gera seg ikki til dómarar, ið forveksla guds sannleika við sín sannleika, sum eg hoyrdi ein danskan teolog so vísiliga taka til herfyri.
##med3##
Vit eru so sera ymisk sum menniskju og eru øll produkt av okkara uppaling og socialisering annars. Eg skilji væl, at mín máti at vera kirkjufólk uppá kann tykjast fremmandur fyri onkran, sum er kirkjufólk uppá ein heilt annan máta. Innan føroysku fólkakirkjuna má tað tó vera eitt krav, at vit hvør í sær í frið og náðum sleppa at vera kirkjufólk uppá okkara egna máta. Uttan at vera hartað ella fordømd av øðrum kirkjufólkum ella prestum frá høgum sjálvgjørdum pedistalum.
Í arbeiðinum sum kirkjuráðslimur havi eg fingið eitt innlit, sum eg partvíst vildi ynskt at verið fyri uttan. Fremsta orsøkin er, at eg kenni meg eitt sindur heimleysa og stúrna í hesum serliga umhvørvi, har kirkjuráð, prestar og kirkjutænarar hittast. Samstundis sum at fólk eru vinarlig og tað verður prátað um mangt og hvat áhugavert, merkist eitt varni ella ein skepsis ímóti tí, sum er ikki-traditionelt og øðrvísi. Soleiðis er tað sjálvandi í flest øllum bólkum. Fyri mær er tað eitt sindur sum at vera í einari boblu ella einum tíðarlumma, ið kann tykjast lukka seg um seg sjálva. Eg havi eina týðiliga kenslu av ósemju ímillum tveir bólkar, ið toga hvør sín veg. Tað trupla er, at tað ikki verður tosað opið um tað. Og at hópurin, sum umboðar øll í fólkakirkjuni, tykist góðtaka hetta. Eg dugi ikki at siga, um tað er ótti, sum stýrir, ella um hópurin er homogenur og ikki hevur føling við, hvat rørir seg í almenna samfelagnum ímillum vanlig fólk.
Sum projektsett og síðani forkvinna í javnstøðunevndini frá 2000 til 2004 bleiv eg varug við ójavnstøðuna innan kirkjuna, sum tá og nú bleiv forsvarað við prestsins kalli. Eg visti frá ungdomsárunum í 80'unum, at onkur prestur noktaði at samstarva við sínar kvinnuligu starvsfelagar og at summir vístu fráskild og samkynd frá sær og hugdu skeivt til fólk, ið ikki vóru gift. Hetta undraði meg stórliga, ið sum feriubarn í Sandvík var von við Elsu Funding, presti, og aldrin hevði hoyrt øvugt orð um, at hon var kvinna ella hvussu man skuldi vera kristin.
##med4##
Fleiri av nýggju størvunum, sum eru sett innan kirkjuna seinastu árini, loypa í eyguni og elva til stúran, tí fleiri - har ímillum leiðandi prestur – hava tað til felags, at prestarnir nokta at taka fullu uppgávuna á seg, ið hoyra starvinum til og fleiri góðtaka ikki øll menniskju, so sum tey eru. Um tað var í einari privatari samkomu, hevði eg undrast og ypt øksl. Hvør skal siga: tað mugu tey um.
Men vit tosa um almennu fólkakirkjuna, sum er á fíggjarlógini og virkar undir almennum lógar- og regluverki, og partvíst røkir uppgávur, sum ongin annar røkir.
Eg havi ongantíð skilt, hvussu alment settir prestar kundu partvíst frítakast frá almenna lógar- og regluverkinum. Eg dugi ikki at síggja mun á kallinum hjá alment settum prestum og mínum kalli sum menniskja og borgara.
Eg havi við lív og sál engagerað meg í mínum arbeiði og lívi og kann nú sum 57 ára gomul hyggja aftur á manga støðu, sum sanniliga hevur bjóðað mínari samvitsku og fakligheit av. Innan tað almenna havi eg ongantíð havt rætt til at nokta at taka eina uppgávu ella útihýsa starvsfeløgum ella borgarum. Tað hevði verið mett sum ávikavist ólýdni ella happing. Hví tað skal vera øðrvísi hjá alment settum prestum í fólkakirkjuni, er mær ein gáta. Er teirra samvitska vigtigari enn mín? Ganga teir ikki á somu jørð sum eg?
Við mínum aldri og royndum átti eg at vitað betri, men eg eri kortini vónbrotin at merkja talufrælsi minka burtur í óttafullari tøgn, og at síggja standin.
Tað er møguligt, at kærleikin, tolsemið og fyrigevingin eru frammaliga í boðanini hjá føroysku fólkakirkjuni, men eg havi upplivað eitt undirliggjandi teppi av ósemjum, taktikki og enntá óreinheit frá onkrum presti, ið vilja maktina og eina gamlatestamentliga kirkju, ið avmarkar møguleikarnar hjá fólki at liva sum tey eru og soleiðis sum tey vilja sambært sínari samvitsku og kalli.
Hetta upplivdi eg á Eiði til tiltakið “Kenn kirkju tína” og tað, sum skelkaði meg mest var, at ongin talaði at. Ei heldur eg. Seinni sendi eg fyrispurning við klagu til bisp, men fekk lítið annað burturúr enn ein hartandi fremstafingur og eina áminning um, at vit øll skulu vera her. So í staðin fyri at nýta møguleikan at umrøða ein grundleggjandi trupulleika innan kirkjuna, varð lok lagt á boblandi grýtuna, har alt annað óloyst kann ulma víðari.
Ein týðandi liður í tað, sum eg meti vera eina niðurlaging av føroysku fólkakirkjuni, eru ivamálini um fyrisiting og um, hvørt best skikkaðu umsøkjarar eru settir. Umframt, at fleiri prestar ikki taka fullu uppgávuna á seg, kunnu vit spyrja, hvar td kvinnurnar í leiðsluni hjá fólkakirkjuni eru? Ella yvirhøvur? Hvussu ber tað til, at leiðslan ikki leitar við ljós og lykt eftir kvinnuligum prestum ella í tí minsta tekur ímóti teimum við kyshånd, ið søkja starv?
Og vit kunnu spyrja, hvussu prestarnir í almennu fólkakirkjuni trívast og hvussu fer at vera framyvir, nú bispur í almennum útvarpi hótti prestar, ið høvdu brúkt sín demokratiska rætt at seta spurnartekin við eina almenna setanartilgongd? Vita vit tað ella skal tað eisini tigast burtur? Tann eina setanin var jú næsthægsta prestaembætið við ábyrgd fyri strategi og starvsfólkaøki. Hvussu skal tað við slíkum handlingum vera gjørligt at tryggja øllum prestum góð og mennandi arbeiðskor og eina nútíðarhóskandi strategi fyri framtíðina? Og er man áhugaður í at vita, hvussu kirkjufólkið trívist og hvat vit ynskja okkum av nú- og framtíðar kirkjuni? Óneyðugt at siga, er tað also ikki gjørt við tilboði um fremmandagjørda anonyma sálarrøkt á netinum, sum reklamerað verður við í løtuni. Ei heldur við prestum, sum upphøja seg sjálvar og almannakunngera sínar persónligu meiningar og præferensur, ið solda fleiri okkara frá.
##med5##
Í áravís hevur verið tosað um minkandi talið av fólki til sunnudagsgudstænastur og alt fleiri siga stillisliga, at hetta er ikki nakað fyri tey. Vit kunnu ikki annað enn harmast, tí tað er arbeiði til dupult so nógvar prestar í Føroyum, um uppgávan eisini var at veita nútímans sálarrøkt og óbetingaða hjálp til at navigera í lívsins mongu truplu støðum. Við gongdini nú kunnu vit tó rokna við, at enn fleiri fara at kenna seg óvælkomin og heimleys. Hvussu verður tá við almenna viljanum at gjalda til kirkjuna? Og hvar skulu vit fara, sum ikki kenna okkum heima ella kanska als ikki eru vælkomin? Tað lysti meg at frætt.
Annika Wardum Joensen