Innlánsyvirskot í føroysku bankunum fellur

Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum er fallið nakað síðstu mánaðirnar og var 556 mió. kr. í februar 2024.

Landsbanki Føroya skrivar, at innlánsyvirskotið er innlán (uppsparing) hjá føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frátrekt útlán hjá somu.

 

Samlaðu innlánini í føroysku bankunum íroknað útlendskar deildir vóru í februar 2024 21,2 mia. kr., meðan samlaðu útlánini vóru 20,7 mia. kr. til føroyskar og útlendskar kundar.  

 

Vøksturin í innlánum frá føroyskum kundum í føroysku bankarnar var 0% í februar 2024 mátað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Innlánsvøksturin var positivur hjá húsarhaldunum (4,4% í februar 2024), men negativur hjá kommunum, privatum og almennum fyritøkum, sosialum grunnum og hjá øðrum fíggjarstovnum (td. pensjóns- og tryggingafeløgum). Innlánsyvirskotið fall nógv í 2021 orsakað av søluni av donsku deildini hjá BankNordik.

 

Mynd 1

 

##med2##

 

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her.