Ísrael heldur fram við Rafaálopi og vil samráðast

ísrael fremur í kvøld loftálop á Gaza, váttar herurin. Tað verður gjørt hóast Hamas hevur sagt ja til vápnahvíld.

Rafah-álopið skal halda fram, sigur Netanyahu. (Arkivfoto). - Foto: Leo Correa/Ritzau Scanpix

Ísraelska krígsráðið hevur gjørt av, at eitt hernaðarátak í Fafah heldur fram við tí máli at kroysta Hamas at lata gísla leysar.

Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í kvøld sambært tíðindastovuni reuters..

Ísraelsku boðini koma, eftir at palestinska rørslan Hamas hevur sagt, at hon hevur góðtikið eitt uppskot um vápnahvíld í Gasa frá Qatar og Egyptalandi.

Netanyahy sigur, at Hamas-uppskotið lagt frá líkur krøvini hjá Ísrael. Men Ísrael vil kortini senda eitt samráðingartoymi.

Samstundis eru í kvøld framd loftálop á Rafah. Eitt tíðindafólk hjá tíðindastovuni AFP lýsir álopini sum áhaldandi.

Stutt fyri klokkan 22 lokala tíð sigur tíðindafólki, at taðhava verið áhaldandi loftálop í umleið 30 minuttir.

Ísraelski herurin váttar í boðum, at tey fremja málrættað álop ímóti Hamas í eystara parti av Rafah.

Í stuttum boðum frá herinum stendur, at nærri upplýsingar koma seinni.

Fleiri hava ávarað Ísrael ímóti at fara inn í Rafah, har yvir ein millión fólk hava leitað sær skjól.

Kortini gav Ísrael boð um evakuering áðrenn eitt væntað álop. Evakueringin skal flyta umleið 100.000 palestinar úr Rafah til tryggari øki.

Sambært Hvítu Húsunum tosaði amerikanski forsetin, Joe Biden, mánadagin í umleið ein hálvan tíma í telefon við Benjamin Netanyahu.

Her segði Biden sambært talsmanninum hjá amerikanska trygdarráðnum, John Kirby, at USA »ikki stuðlar atsóknum á jørðini í Rafah«.

USA heldur ikki, at Ísrael eigur at fara víðari við ætlanum um innrás, uttan so, at landið kann vísa, hvussu tað vil verja hundraðtúsundtals av palestinska fólkinum.

Sambært ísraelsku stjórnini eru 132 gíslar eftir í Gaza, men ein stórur partur eru deyðir, verður mett. Sløk 100 metast at vera á lívi. Gíslarnir vórðu tiknir til fanga, tá Hamas leyp á Ísrael 7. oktober í fjør.

/ritzau/

 

 

 

Rafah-álopið skal halda fram, sigur Netanyahu. (Arkivfoto). - Foto: Leo Correa/Ritzau Scanpix