Kanna nú lendið til nýtt Røktarheim í Hoyvík

Forboringar til Røktarheimið á Stórubrekku: Tórshavnar kommuna kunnar nú um, at kommunan fer at kanna økið og lendið á Stórubrekku við Dalin langa í mai/juni 2024

Talan er um forkanningar og forboringar, sum verða gjørdar á økinum í sambandi við verkætlanina Røktarheimið á Stórubrekku – RÁS. 

 

– Verkætlanarleiðarin sigur, at væntast kann, at nakað av larmi verður av forboringunum, sum byrja eftir ætlan um nakrar vikur. Grannarnir verða tí bidnir um at halda kommununi til góðar hesa tíðina, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Býráðið samtykti 21. november 2022 at bjóða undangóðkendum ráðgevum at luttaka í verkætlanarkapping fyri sniðgeving og heildarráðgeving av nýggjum røktarheimi við røktaríbúðum staðsett á Stórubrekku. 

 

Røktarheimið á Stórubrekku – RÁS - skal fevna um 64 búpláss, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi, og hava stórkøk og vaskarí, fysioterapi og ergoterapi. Skipan av uttanumøkinum er partur av verkætlanini. Økið er á matr.nr. 138a, Hoyvík, og er áleið 50.000 fermetrar til støddar. Byggingin er á leið 6.700 fermetrar netto.

 

7. desember 2022 vórðu fýra ráðgevaratoymi boðin til verkætlanarkapping um sniðgeving og heildarráðeving av Røktarheimi á Stórubrekku. Verkætlanin skuldi vísa, hvussu ótroyttu møguleikarnir í økinum við Dalin Langa, saman við røktarbústøðum, urtagørðum o.ø., kunnu gerast eitt eyðsýnt nýtt andarhol í býnum. 

 

Harafturat snúði útboðið seg um tekniska ráðgeving í útinningarskeiðinum og stuðul eftir ABR 89 viðvíkjandi prosjektering, útboði í høvuðsarbeiðstøku og ráðgeving í útinningarskeiðinum. Tá freistin var úti, 14. mars 2022, vóru fýra uppskot komin inn. Øll innkomin uppskot luku treytirnar og eru tey gjølla viðgjørd í dómsnevndini. 

 

Vinnari av uppskotunum var Ráðgevaratoymið EYA/CUBO. Í tøttum samskifti við allar avvarðandi brúkarar og umsiting eru ráðgevaratoymið EYA/CUBO í gongd nú við at prosjektera Røktarheimið á Stórubrekku. Í hesum sambandi er neyðugt at kanna nærri og nágreina lendið á økinum.

 

Kunningarfundur um verkætlanina verður eftir ætlan seinni í tilgongdini, sigur Tórshavnar býráð, sum fer at kunna nærri um verkætlanina seinni.