KÍ er á veg til stóra próvtøku

FM favorittarnir í Víkingi sakna fremsta álopsspælaran, meðan KÍ við fleiri nýggjum spælarum skal vísa frægari avrik enn higartil, um møguleikin fyri at vera við í toppstríðnum framvegis kann vera veruligur

Nú klokkan 15 verður fyrsta bríksl í fyrsta dystinum í 9. umfari. Talan er um einasta dystin í bestu deildini í dag, og hann verður í Klaksvík. FM favorittarnir í Víkingi, sum hava vunnið allar átta landskappingardystirnar í ár, eru gestir hjá KÍ, sum hevur vunnið seks dystir og tapt tveir – í Gundadali ímóti B36 og HB.

 

Víkingur er stórur FM favorittur, meðan tað hjá KÍ í dag snýr seg um at varðveita møguleikan at vera við í kappingini um heiðursmerki.

 

Hjá KÍ eru Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson og Jákup B. Andreasen langtíðarskaddir. Deni Pavlovic er ikki á listanum í dag, og Patrick Da Silva er á beinkinum saman við eitt nú Pæturi J. Petersen. Jonn Johannesen, sum fyri stuttum er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg, er í dag millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ.

 

Hjá Víkingi eru Olaf Bárðarson, Andreas Lava Olsen, Ari Olsen, Jørgen Nielsen og Ingi Jonhardsson skaddir. Og Finnur Justinussen er ikki á listanum í dag. Tað hevur verið ivamál, um Sølvi Vatnhamar fór at verða førur fyri at spæla. Hann er millum teir fyrstu ellivu.

 

 

 

KÍ – Víkingur kl. 15.00

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cedric Yambéré, Børge Petersen, Ahmed Latif – Claes Philip Kronberg, René Shaki Joensen, Dan í Soylu – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Signar á Brúnni, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Martin Klein Joensen, Poul Kallsberg