Kina kannar "baksíðuna" av Mánanum

Um kinesisku royndirnar eydnast, verður hetta fyrstu ferð, at royndir eru tiknar av hesi síðuni av Mánanum, sum ikki sæst av Jørðini.

Kina hevur sent upp eina rúmdarsondu móti sonevndu "baksíðuni" av Mánanum.

 

Tað var fyrrapartin í dag, kinesiska tíð, at Chang'e-6 varð skotin avstað móti Mánanum.

 

Endamálið við uppskjótingini er at kanna og taka royndir við sær av hesi síðuni av Mánanum.

 

Í 2019 lendi kinesiska rúmdarsondan, Chang'e-4, á "baksíðuni" av Mánanum, sum ikki sæst av Jørðini.

 

- Um kinesisku royndirnar hesaferð eydnast, verður hetta fyrstu ferð, at royndir eru tiknar av hesi síðuni av Mánanum.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga fyrrapartin.