- Í kanningunum á Stangavegnum í Klaksvík í gjár vórðu ongar bøtur skrivaðar, bert átalur, men tað er ikki vist, at soleiðis verður eina aðru ferð. Tí heita vit á bilførarar um at virða skeltingina.

Løgreglan gav fleiri átalur á Stangavegnum

- Vit heita staðiliga á bilførarar, sum koyra um hesar leiðir, um at kunna seg um umstøðurnar og virða skeltingina, sigur løgreglan.

 

- Í kanningunum á Stangavegnum í Klaksvík í gjár vórðu ongar bøtur skrivaðar, bert átalur, men tað er ikki vist, at soleiðis verður eina aðru ferð. Tí heita vit á bilførarar um at virða skeltingina.

Tað eru bæði bøtur og klipp givin á Stangavegnum í Klaksvík, síðan ein partur av vegnum gjørdist einsrættaður í samband við vegarbeiði.

 

Men, í gjár valdi løgreglan eina aðra leið, har tey vóru á staðnum tríggjar ferðir við nøkrum tímum ímillum, ávikavist klokkan 09, 12 og 14.

 

- Í gjár valdu vit at geva bilførarum átalur, sum ikki koyrdu eftir skeltingini á umrødda vegastrekki, og talan gjørdist um fleiri átalur tilsamans.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað er ein trupulleiki á hesum vegastrekki, at fleiri bilførarar eftir øllum at døma ikki virða skeltingina í sambandi við vegarbeiðið.

 

- Vit heita tí staðiliga á bilførarar, sum koyra um hesar leiðir, um at kunna seg um umstøðurnar og virða skeltingina á Stangavegnum.

 

Lagt verður aftrat, at í kanningunum í gjár vórðu ongar bøtur skrivaðar, bert átalur, men tað er ikki vist, at soleiðis verður eina aðru ferð.

 

 

 

- Í kanningunum á Stangavegnum í Klaksvík í gjár vórðu ongar bøtur skrivaðar, bert átalur, men tað er ikki vist, at soleiðis verður eina aðru ferð. Tí heita vit á bilførarar um at virða skeltingina.