Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers hava verið í tungum sjógvi seinastu umførini, men í kvøld bragdaði hjá teimum.
Aftaná bert tvey stig í teimum undanfarnu seks dystunum eydnaðist tað í kvøld Sligo at vinna 1-0 á St. Patrick´s á heimavølli.
Stefan var á vøllinum í 85 minuttir.
Ellis Chapman skoraði sigursmálið fyri Sligo miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
St. Patrick´s hevði bóltin 68 prosent av tíðini, og útiliðið hevði eisini fleiri málmøguleikar enn Sligo, men hesaferð koppaði tað til Stefan og liðfelagarnar.
Sligo er triðaftast í deildini við 17 stigum. Sligo er bert trý stig frá næstaftasta plássinum, ið við lokið kappingarár merkir, at spælast skulu upp- og niðurflytingardystir móti næstfremsta liðnum í næstbestu deildini.
Sligo hevur tó átta stig niður til Dundalk, ið er á aftasta plássinum sum merkir beinleiðis niðurflyting við lokið kappingarár.
Komandi fríggjakvøld klokkan 19.45 spælir Sligo á útivølli móti Galway.