Manslandsliðið til Japan

A-landsliðið hjá monnum er boðið til Japan og hevur tikið av

A-landsliðið hjá monnum er boðið til Japan til tveir venjingardystir fyrst í juli. Japan fyrireikar seg til OL og hava boðið Føroyum til tveir venjingardystir í Tokyo, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Talan er um eina spennandi og forkunnuga innbjóðing, sum HSF hevur takkað ja til. Dystirnir liggja mándagin 1. og mikudagin 3. juli í Tokyo. Talan er um tíðarskeið, har leikararnir vanliga hava frí, men hava flestu leikararnir møguleika at vera við, hóast talan ikki er um landsliðsviku, hetta í samráð við feløg teirra. U20-landsliðsleikararnir eru ikki tøkir til hesa uppgávuna, tí at U20 EM-endaspælið í Slovenia eisini liggur juli mánaði.

 

Hesir leikarar eru úttiknir til dystirnar móti Japan:

 

Málverjar:

 

Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)

 

Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

 

Bakkar:

 

Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)

 

Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)

 

Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)

 

Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)

 

Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

 

Bjarni í Selvindi, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

 

Jónas Gunnarson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)

 

Vengur:

 

Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)

 

Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)

 

Allan Norðberg, Valur (ISL)

 

Strikur:

 

Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)

 

Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)