Maskinfólk til kryvjivirkið hjá Hiddenfjord í Sørvági

Ert tú handafim/ur, og kundi tú hugsað tær ein spennandi gerandisdag við nógvum ymiskum avbjóðingum í einum áhugaverdum arbeiðsumhvørvi? So er starvið sum maskinfólk á kryvjivirkinum hjá Hiddenfjord í Sørvági kanska nakað fyri teg.

 

 

 

Sum maskinfólk hjá Hiddenfjord fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, har góðir møguleikar eru fyri bæði fakligari og persónligari menning. Tú fert at virka í einum framfýsnum, jaligum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.  

 

Laksaframleiðslan hjá Hiddenfjord byggir á nýhugsan og sera framkomna tøkni. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har áhaldandi tøknilig menning hevur høga raðfesting, og tað hevur stóran týdning, at tú ert tilbúgvin til hesa avbjóðing.

 

Arbeiðsuppgávur

 

Sum maskinfólk verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

 

  • Vanligt arbeiði við maskinum og tøkniligum útbúnaði
  • Eftirlit, umvælingararbeiði og at stilla maskinur
  • Stýring og skráseting í viðlíkahaldsskipan

 

Starvsstaðurin er í Sørvági.

 

Førleikakrøv

 

  • Viðkomandi tøkniliga útbúgving, sum t.d. maskinmeistari, maskinsmiður, elektrikari ella líknandi. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi arbeiðsroyndir
  • Góðan kunnleika til stýringar og el
  • Væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Vilja til nýhugsan og víðarimenning
  • Góð samstarvsevni, ert framskygd/ur og fleksibul
  • Jaligan hugburð

 

Løn og setanarviðurskifti

 

Talan er um fast starv. Løn og setnanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

 

Umsókn

 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jón Joensen, tekniskan leiðara, tel +298 223090 ella teldupost til jon.joensen@hiddenfjord.com.

 

Umsóknarfreist er fríggjadagin, 24. mai.

 

Umsókn skal sendast til jon.joensen(at)hiddenfjord.com.

 

Um Hiddenfjord

 

Hiddenfjord er eitt føroyskt felag, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í nógv ár. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Umleið 250 starvast hjá Hiddenfjord. Felagið hevur stórt fokus á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðarvirksemi.

 

www.hiddenfjord.com