Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Nú verður Niðari Vegur í Vestmanna breiðkaður

- Í tíðarskeiðum, tá Niðari Vegur er stongdur fyri gjøgnumkoyring, verður ferðslan víst til Ovara Veg, siga tey í Vestmanna kommunu.

Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Niðari Vegur í Vestmanna, sum í nógv ár hevur verið ein fløskuhálsur í bygdini, verður nú breiðkaður.

 

Hetta er ein verkætlan, sum leingi hevur verið ætlað í Vestmanna. Nú er so sjøtul settur á.

 

Arbeiðið er í gongd, og í hesum sambandi er neyðugt í løtum og tímum á degnum at steingja vegin fyri gjøgnumkoyring.

 

Í dag, fríggjadagin 3. mai, er Niðari Vegur í Vestmanna soleiðis stongdur fyri gjøgnumkoyring í tímunum frá klokkan 08 til klokkan 22 í kvøld.

 

Fyrr í hesi vikuni hevur Vestmanna kommuna lýst við, at Niðari Vegur eisini verður stongdur fyri gjøgnumkoyring nakrar dagar í næstu viku.

 

- Soleiðis verður eingin gjøgnumkoyring mánadagin 6. mai, týsdagin 7. mai, mikudagin 8. mai og fríggjadagin 10. mai frá klokkan 08 til 16.

 

Lagt verður aftrat, at vegurin eisini verður stongdur fyri omankoyringini til róðrarneystið til Niðara Veg 41.

 

- Í tíðarskeiðum, tá Niðari Vegur er stongdur fyri gjøgnumkoyring, verður ferðslan víst til Ovara Veg, siga tey í Vestmanna kommunu.

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Myndirnar av Niðara Veg í Vestmanna tók Birgir W. Høgnesen.