Nýggja útgávan hjá Hamradun: - Eitt sindur harðari, men enn fólksligt

- Vit gleða okkum nógv at spæla, sigur John Åge Frost úr Hamradun, sum í dag geva út nýggja útgávu.

- Hetta er meira Hamradun enn nakrantíð!

 

Soleiðis sigur John Åge Frost, guitaristur í bólkinum Hamradun, nú teirra nýggja útgáva er komin út.

 

Útgávan kallast “Nætur níggju” og er tøk á Spotify og øðrum stroymingartænastum.

 

- Sangirnir á nýggju útgávuni eru eitt sindur skjótari, eitt sindur harðari, men tað er enn føroyskt og fólksligt, sigur guitarleikarin.

 

Kvøtt og sungið verður um farnar tíðir, og hesar fornu søgur eru enn viðkomandi og kunnu kveika okkum í lívsins leiki. Sungið verður á føroyskum, gøtudonskum og á forna málinum í Hetlandi.

 

Í annaðkvøld fara Hamradun at hava útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Teir skulu á pallin heilar tvær ferðir sama kvøld – fyrst klokkan 17 og síðani klokkan 20 aftur.

 

- Seinna konsertin er útselt, og vit vænta, at fyrra konsertin eisini verður tað. So vit gleða okkum nógv at spæla, sigur John Åge Frost.

 

Her er eitt dømi um sang á nýggju útgávuni:

 

##med2##