Sävehof skal spæla meistaraskapsfinalur móti Ystad

Óli Mittún og liðfelagarnir spæla fyrstu meistaraskapsfinaluna á heimavølli 20. mai

Tað er nú staðfest, at Ystad verður mótstøðuliðið hjá Óla Mittún og liðfeløgunum í Sävehof í meistaraskapsfinalunum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld vann Ystad í fjórða hálvfinaluni á útivølli 33-29 (19-19) á Önnered í Göteborg, og teir vunnu sostatt hálvfinaluuppgerðirnar 3-1.

 

Tað verður møguligt at síggja meistaraskapsfinalurnar Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spæla móti Ystad á rásini, SVT 2.

 

SVT 2 er millum talgildu rásirnar hjá Televarpinum.

 

Finalurnar um svenska meistaraheitið vera spældar 20., 22. og 24. mai. Spælt verður best av fimm finalum, og er neyðugt við fleiri finalum, so vera tær spældar 28. og 30. mai.

 

Sävehof vann grundspælið, og tí fáa Óli og liðfelagarnir tríggjar finalur á heimavølli í Partille, um tað endar við fimm dystum.

 

Í fjør tapti Sävehof sera tepurt 2-3 fyri Kristianstad aftaná fimm finalur. Kristianstad hevði tá fyrimunin við trimum finalum á heimavølli.