Skulu Føroyar knýtast í danskar skattaavtalur?

Tingkvinna vil hava at vita frá fíggjarmálaráðfrú, um Føroyar verða knýttar upp í danskar tvískattaavtalur

Eyðdins Hartmann Nicalsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin Mynd: Álvur Haraldsen

Tað er Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, sum hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein grein 52a fyrispurning um málið.

Eyðdis Hartmann Nicalsen spyr soleiðis:

1. Ætlar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum at arbeiða fyri at knýta Føroyar upp í tær donsku tvískattaavtalurnar? 

2. Um ja, hvørji lond verður hugsað um eru viðkomandi, og nær kann væntast, at málið kann loysast, og eitt úrslit spyrjast burturúr? Um nei, hvørjar eru orsakirnar til, at tað ikki verður gjørt? 

Eyðdis Hartmann Niclasen sigur í viðmerking til spurningin, at tað er staðfest, at búskaparliga haldførið hjá Føroyum er alt annað enn gott.

##med2##

 

– Fyri at skapa betri inntøkumøguleikar, heruppií menna seg á vinnuøkinum - bæði her heima og úti um landoddarnar, er ein av møguleikunum at knýta Føroyar upp í donsku tvískattaavtalurnar. Hetta hevur verið frammi nakrar ferðir hesa tingsetuna, sigur hon.

Tingkvinnan vísir eisini á, at vantandi tvískattaavtalur eru við til at avmarka og forða vinnuni og føroyingum í teirra virkisfrælsi, umframt at skapa ójavnaðari og verri kappingarstøðu. 

– Tí verður hesin fyrispurningur settur, sigur hon.

 

 

Eyðdins Hartmann Nicalsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin Mynd: Álvur Haraldsen

Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú Mynd: Álvur Haraldsen