Stóreldur í vápnaverksmiðju í Berlin

Myndugleikarnir í býnum ávara um vandan fyri lufteitran av nógva roykinum, nú tamarhald ikki er á støðuni.

Í løtuni skriva útlendskir miðlar, at tað er stóreldur í einari vápnaverksmiðju í Berlin í Týsklandi.

 

- Sløkkiliðið hevur ikki tamarhald á støðuni, veit miðilin, www.focus.de at siga.

 

Myndugleikarnir í býnum ávara um vandan fyri lufteitran av nógva roykinum.

 

Væntandi verður meira at frætta um eldin á vápnaverksmiðjuni í Berlin seinni.