Daniel Johansen og Heini Fossdalsá vóru við frá dystarbyrjan, og John Frederiksen var á vøllinum seinastu 10 minuttirnar tá Thisted spældi dyst móti Brabrand á útivølli í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Oliver Andreasen legði Thisted á odda 1-0 tá ein lítil tími var farin av dystinum, og var Thisted á sigurskós heilt móti dystarenda, men tá klokkan vísti 90 minuttir javnaði Brabrand til endaliga úrslitið 1-1.
Thisted er næstaftast við 21 stigum. Høvdu teir vunnið 1-0 í dag høvdu teir verið triðaftast við 23 stigum, og harvið eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, so tað sveið hjá føroyingaliðnum ikki at fáa sigurin í dag.
Komandi leygardag klokkan 12.45 spælir Thisted á útivølli móti FA 2000, ið er triðaftast við 22 stigum. Vinnur Thisted tann dystin verður føroyingaliðið røttumegin niðurflytingarstrikuna.