Vegna økt virksemi, leita vit eftir royndum bilførarum til trailara og lastbil at byrja skjótast til ber.
Arbeiðsøki
- Arbeiðisøki er trailara- og lastvognskoyring í meginøkinum. Møguleiki er eisini fyri øðrum uppgávum.
Tína vangamynd
Vit vænta, at tú:
- er røkin og álítandi
- ikki er bangin fyri skiftandi arbeiðistíðum
- er arbeiðsom/-samur
- hevur góð samstarvsevnir
- hevur royndir sum trailaraførari/lastbilførari
Vit bjóða
- góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
- fjølbroytt amboð og útgerð
- eitt fjølbryott arbeiðspláss
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.
Vil tú vita meir um størvini, er tú vælkomin at seta teg í samband við Tórhall Thomsen, á teldupostadressu torhallur(at)thomsen.fo ella tlf. 211921. Umsóknir kunnu sendast til thomsen(at)thomsen.fo.