Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali avrikaðu framúr væl í kvøld á heimavølli í høllini á Hliðarenda í aðru hálvfinaluni í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Mótstøðuliðið Afturelding hevði vunnið 28-25 (17-15) á Vali á heimavølli í tí fyrstu hálvfinaluni, men í kvøld fekk Valur væl og virðiliga javnað til 1-1 í hálvfinaluuppgerðunum.
Valur vann nevnliga stórsigur 39-25 á Afturelding í kvøld. Í steðginum var Valur á odda 21-12.
Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 4:2, 7:7, 11:8, 14:9, 16:11, 21:12, 23:14, 26:14, 30:15, 33:18, 36:21, 39:25.
Allan skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir.
Triðja hálvfinalan verður leikt í Mosfellsbær komandi sunnudag klokkan 19.