VIDEO: Fredrikstad-fjeppari heiðrar Bjartalíð

(Video) Síggj góðan video við málunum Jóannes Bjartalíð hevur skotið fyri Fredrikstad

Jóannes Bjartalíð vann í fjør hjørtuni hjá nógvum Fredrikstad-fjepparum, og hann var eisini valdur til besta leikaran í deildini tá Fredrikstad vann næstbestu norsku fótbóltsdeildina og flutti upp.

 

Ein Fredrikstad-fjeppari, ið nevnir sína Youtube-rás: "Fredrikstad Fotballfeber" hevur sett saman ein stuttan videofilm til heiðurs fyri Jóannes Bjartalíð.

 

"Fra avrusning til Eliteserien: Jóannes Bjartalíð" eitur filmurin, har til ber at síggja málini Jóannes Bjartalíð skoraði fyri Fredrikstad FK farna kappingarár.

 

HER sæst filmurin hjá Fredrikstad Fotballfeber:

 

##med2##