Mikudagin vann landsliðsleikarin, Ásla Johannesen saman við liðfeløgunum í Piteå svensku steypafinaluna móti Jóhonnu Fossdalsá og hennara liðfeløgum í BK Häcken frammanfyri 2.562 áskoðarum á Bravida leikvøllinum í Göteborg.
Piteå vann finaluna við einum brotssparki, ið Emma Viklund setti í netið í 94. minutti. Tá høvdu øll fyrireikað seg til longda leiktíð.
Ásla Johannesen kom ikki á vøllin fyrrenn 92 minuttir vóru leiktir, helst til væntaðu longdu leiktíðina, men so fekk alt eina vend fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Jóhanna Fossdalsá spældi allan dystin fyri Häcken.
Fáar dagar undan finaluni hevði Häcken í dysti í bestu svensku deildini vunnið 3-1 (1-1) á Piteå. So skjótt kann tað venda upp á nakrar fáar dagar.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá svensku steypafinaluna, umframt løtuna tá Piteå fekk steypið handað:
##med2##