VIDEO: Soleiðis sendi Fredrikstad Rosenborg úr norsku steypakappingini

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-Rosenborg 1-0 (0-0)

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen venur, Fredrikstad sendi mikudagin fótbóltsrisan, Rosenborg úr norsku steypakappingini.

 

Sigursmálið skoraði maðurin, ið er leigaður frá Rosenborg, nevnliga Oscar Aga. Oscar skoraði sigursmálið við einum dundurskoti í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Brandur Hendriksson var á vøllinum fyri Fredrikstad í 70 minuttir.

 

Komandi mikudag klokkan 17 spælir Fredrikstad áttandapartsfinalu móti Raufoss úr næstbestu deildini á útivølli.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-Rosenborg 1-0 (0-0):

 

##med2##