Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel skulu kappast í FINAL FOUR í Champions League. Tað verður í Lanxess høllini í Köln, dagarnar 8. og 9. juni.
Elias var við í hópinum tá THW Kiel tók ímóti franska liðnum, Montpellier á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel.
Kiel hevði eitt sera vánaligt útgangsstøðið. Montpellier vann fyrra dystin 39-30 (20-16), og tí kravdi tað ein 10-málssigur til Kiel, um teir skuldu vinna seg til FINAL FOUR.
Og tað eydnaðist akkurát. Kiel var á odda 17-12 í steðginum, men leingi í seinna hálvleik var Montpellier væl við. Men við støðuna 27-21 fekk Kiel stongt málið, og samstundis skorað fýra mál, so Kiel vann dystin 31-21, og harvið ein ótrúligan samlaðan 61-60 sigur í fjórðingsfinalunum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá tí ótrúliga 31-21 (17-12) sigrinum hjá THW Kiel:
##med2##