Tað sigur Svanna Højgaard Joensen úr felagsskapinum »Samhugi við Palestina«.
– Vit í »Samhuga við Palestina« hava tosað saman í morgun um skriftina á vegginum. Vit hava onki við hetta at gera, sigur hon.
Hon sigur at tey fara at møtast í kvøld klokkan 19 uttan fyri Perluna í Tórsgøtu í Havn.
Hon heldur, at orðini »fyri Hind« helst er við íblástri úr Columbia, har bannari varð hongdur við orðunum: »Hinds Hall«.
##mned2##
– Og í síðsta enda er hatta bara máling, sum kann vaskast burtur, alt í meðan eitt fólkamorð sleppur at fara fram í Ísrael uttan nakra átalu, vísir Svanna Højgaard Joensen á.