Yvirhøvur turt og sól

Forsøgn frá Veðurstovu Føroya galdandi til fríggjakvøldið kl. 18, skrivað kl. 16:

 

Lot til frískan vind av landnyrðingi og eystan, 5 til 10 m/s, skýggjað, í støðum driv, tám ella mjørki. Í kvøld og í nátt okkurt ælið, annars yvirhøvur turt. 

Í dag sól, tó í støðum møguleiki fyri driv, tám ella mjørka. Hitin í kvøld og í nátt 7 til 11 stig, fríggjadagin 7 til 13 stig.