U19-kvinnurnar í Georgia

U19-kvinnurnar skulu í fyrsta umfari spæla tríggjar dystir í Challenge Trophy.

Føroyska U19-landsliðið hjá kvinnum er komið til Tblisi í Georgia, har tað næstu dagarnar skal spæla Challenge Trophy. Kappingin er í døgunum 8. til 13. mars, og Føroyar eru í bólki við Estlandi, Armenia og Belgia.


Dystarskráin: (føroyskar tíðir)
Týsdagin 8. mars kl. 10.00: Føroyar – Estland
Mikudagin 9. mars kl. 12.00: Armenia – Føroyar
Hósdagin 10. mars kl. 16.00: Føroyar – Belgia


Flemming Oliver Jensen er venjari, og við á ferðini hevur hann hesar leikararnar:


Málverjar:
Annaika Fríðheim Petersen GOG Håndbold
Margit Weihe Frímundsdóttir, Neistin

 

Útileikarar:
Beinta Bárðardóttir, Kyndil
Hanna H. Hansen, Kyndil
Magna Tórðardóttir, Kyndil
Gunnfríð Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Rannvá Dahl Hanusson, Neistin
Siw Matras, TMS Ringsted
Guðrið Poulsen, StÍF
Kristina Poulsen, Stjørnan
Jórun Bech Nielsen, Stjørnan
Tóra Eliasen, Stjørnan
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Katarina Høj, GOG Håndbold