Tað letur til, at virksemið er stórt og vaksandi í Klaksvík. Fyrra hálvár í ár vóru skattainntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu 13,67 prosent hægri, enn tær vóru sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur í skattainntøkunum upp á meiri enn 10 milliónir krónur.
Fyrra hálvár í ár runnu 83.311.719 skattakrónur í kommunukassan í Klaksvík. Hetta eru 10.017.091 krónur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Í flestu kommununum í Norðoyggjum er talan um vøkstur í skattainntøkunum:
Í Fugloyar kommunu er vøksturin lutfalsliga størstur – 25,33 prosent ella 153.801 krónur.
Í Viðareiðis kommunu er vøksturin 11,62 prosent ella 566.757 krónur.
Í Hvannasunds kommunu er vøksturin 5,47 prosent ella 284.932 krónur.
Í Kunoyar kommunu er vøksturin 4,97 prosent ella 93.521 krónur.
Einasta kommuna í Norðoyggjum, har skattainntøkan fyrra hálvár í ár var lægri, enn hon var sama tíðarskeið í fjør, er Húsa kommuna. Har var inntøkan 8,86 prosent lægri seks teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn hon var somu mánaðir í fjør. Tað svarar til -65.073 krónur.