100 nýggjar patriot-rakettir til Ukraina

Tað var týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, sum í dag kunngjørdi ein nýggjan hjálparpakka til Ukraina, sum fleiri lond eru saman um.

Noreg, Týskland, Danmark og Niðurlond eru nú farin í eitt samstarv, sum skal veita Ukraina 100 patriot-loftverjurakettir.

 

Tíðindastovan NTB veit frá norska verjumálaráðnum at siga, at bara norski parturin av upphæddini fyri rakettirnar er 125 milliónir evrur, sum svarar til 932,5 milliónir danskar krónur.

 

Tað var týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, sum í dag kunngjørdi avtaluna millum londini.

 

- Eg eri sera fegin um, at vit saman við øðrum londum kunnu hjálpa Ukraina við týdningarmiklari loftverju, sigur norski verjumálaráðharrin, Bjørn Arild Gram.

 

Tíðindastovan NTB leggur aftrat, at amerikansku patriot-rakettirnar skulu brúkast sum partur av langtberandi loftverjuskipanini hjá Ukraina móti russiska hersetingarvaldinum.