15 dagstovnar í Havn lata aftur vegna verkfall

15 dagstovnar í Tórshavnar kommunu lata aftur í morgin vegna verkfall

(Savnsmynd)

Nú rusk ikki verður heintað, er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at lata nakrar av dagstovnunum í kommununi aftur.

 

Raktu stovnarnir lata sostatt ikki upp í morgin. Dagstovnarnir lata upp aftur, tá rusk aftur verður tikið.

 

Tórshavnar kommuna hevur spurt seg fyri hjá heilsumyndugleikunum, og teir vísa á, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttanfyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglur og skaðadjór eisini framat ruskinum, og kann hetta eisini vera smittuvandi.

 

Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag.

 

Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum stovnum, verður kunnað um hetta.

 

Dagstovnarnir, ið lata aftur frá í morgin, eru hesir:

 

  • Lonirnar í Hoydølum
  • Dagstovnurin við Løgmannabreyt
  • Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus
  • Býlingshúsið undir Fjalli
  • Dagstovnurin á Velbastað (vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli)
  • Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini (undantikið 3.flokkur í B36-húsinum)
  • Spírin í Havnardali
  • Býlingshúsið á Ternuryggi
  • Dagstovnurin Fríðriksgarður
  • Dagstovnurin Sólareygað
  • Dagstovnurin við Velbastaðvegin
  • Dagstovnurin í Løkjatúni
  • Dagstovnurin Lítliskógur
  • Dagstovnurin Birkilund
  • Miðstovnurin

(Savnsmynd)