150 børn á fótbóltsskúla í Havn

Veðrið og umstøðurnar vóru av teimum allar bestu, tá FSF og HB um vikuskiftið skipaðu fyri fótbóltsskúla

Umleið 150 børn tóku lut á fótbóltsskúlanum, sum var í Havn um vikuskiftið - Mynd: Hans Erik Danielsen

Veðrið og umstøðurnar vóru av teimum allar bestu, tá FSF og HB um vikuskiftið skipaðu fyri fótbóltsskúla í Havn. Umleið 150 børn í aldurinum 7 til 13 ár luttóku, skrivar Fótbóltssambandið. Annar av fýra fótbóltsskúlum, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í summar, hevur verið í Havn um vikuskiftið.

 

Hesaferð varð fótbóltsskúlin skipaður í samstarvi við HB, og sum heild gekk alt upp á stás, og tey umleið 150 børnini, ið luttóku, høvdu tveir góðar og læruríkar dagar á Ovara vølli og á Niðara vølli í Gundadali.

 

Fríggjadagin var dentur lagdur á tekniska og taktiska venjing, meðan leygardagurin bleiv brúktur til spæl og dystir. Síðst í juli og fyrst í august eru fótbóltsskúlar aftur á skránni, sum verða á Svangaskarði á Toftum og í Hoyvík.

 

Í mun til hinar fótbóltsskúlarnar, verður fótbóltsskúlin á Svangaskarði skipaður yvir fýra dagar. Mikudagin 31. juli og hósdagin 1. august fyri U11 og U13, og fríggjadagin 2. og leygardagin 3. august fyri U7 og U9.

 

Fótbóltsskúlin í Hoyvík verður í døgunum 2. og 3. august, og tá eru allir fýra aldursbólkarnir umboðaðir. Enn eru nøkur pláss eftir á fótbóltsskúlunum á Toftum og í Hoyvík. Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.

 

Umframt góða fótbóltsvenjing, fáa luttakararnir eisini eina t-troyggju og ein bólt, ið er latin av FSF og feløgunum, ið skipa fyri.

 

##ms##

 

Umleið 150 børn tóku lut á fótbóltsskúlanum, sum var í Havn um vikuskiftið - Mynd: Hans Erik Danielsen