Túrurin í Kroatia kostaði trý leikbann

200 spælarar hava roynt seg á U-21 landsliðnum, sum í 32 ár hevur spælt 84 dystir

Mynd: FSF

Føroyska U-21 landsliðið fer tíðliga í morgin úr Kroatia. Næsti dystur verður týsdagin ímóti Grikkalandi í Klaksvík.

 

Í kvøld iðra føroysku spælararnir seg um, at tað í kvøld ikki eydnaðist at vinna eitt stig í Sarajevo, og so iðra teir seg um, at kort í kvøld bóru við sær, at tríggir spælarar vera leikbannaðir ímóti Grikkalandi. Teir tríggir eru miðverjarnir Gullbrandur Øregaard, sum í kvøld sá reyða kortið, og miðverjin Elias Rusborg og miðvallarin og liðformaðurin Noah Mnenéy, sum í kvøld sóu gula kortið.

 

Dysturin í kvøld var merkisverdur á tann hátt, at nú hava 200 spælarar roynt seg á U-21 landsliðnum. Tað veit FaroeSoccer at siga. Tveir spælarar vóru fyri fyrstu ferð á U-21 landsliðnum í kvøld. Teir eru Beinir Nolsøe og Leivur Fossdal Guttesen, sum báðir vóru skiftir inn í 87. minutti. Beinir Nolsøe minkaði í síðstu løtu um munin til 2-1. Hann er málskjútti nummar 38 á U-21 landsliðnum. Toppskjúttar á U-21 landsliðnum eru Stefan Radosavljevic og Jørgen Nielsen, sum báðir hava skorað fimm mál.

 

Fyrsti U-21 landsdysturin var fyri 32 árum síðani. Tað var 6. august í 1992, at Føroyar áttu heimavøll ímóti Ísrael, sum vitjaði á Svangaskarði. Ísrael vann 6-2, og føroyskir málskjúttar vóru Todi Jónsson, sum í 44. minutti legði Føroyar á odda 1-0 og Uni Arge, sum í 77. minutti minkaði um munin til 5-2.

 

So gingu tað 15 ár, áðrenn U-21 landsliðið aftur bjóðaði seg fram. Tað var í EM undankapping. Fyrsti dysturin var í Kroatia 2. juni í 2007, og eisini ta ferðina vann heimaliðið. Ta ferðina vann Kroatia 2-0.  

 

Mynd: FSF