379 hava søkt um lestrarpláss á Setrinum

Tá umsóknarfreistin var úti mánakvøldið á midnátt, vóru 379 umsóknir komnar um lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya næsta lestrarár. Munandi fleiri umsóknir eru komnar um masterlestur, skrivar setur.fo.

 

Talið á umsóknum í ár er á eini góðari leið, heldur leiðslan á Setrinum, hóast talið er eitt vet - 2,5 prosent - minni enn í fjør.

 

379 umsóknir eru komnar til lestrarárið 2024/25 samanborið við 389 í fjør.

 

Serliga hava tær tríggjar útbúgvingarnar í føroyskum gjørt eitt gott hál í ár – 24 umsóknir í ár í mun til einans sjey umsóknir í fjør.

 

- Tað frøast vit sjálvandi um, tí føroysktútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum, sum er einasta føroyska universitet í heiminum, skal jú hava okkara serliga ans, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari. 

 

Færri hava søkt inn á námsvísindi og sjúkrarøktarfrøði, meðan læraraútbúgvingin og búskaparfrøði hava væl fleiri umsóknir enn undanfarnu tvey árini.

 

Vert er eisini at leggja til merkis, at áhugin fyri masterlestri á Setrinum er vaksin fitt. Til dømis hava heilsuvísindi og samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði nógv fleiri umsóknir enn seinast.

 

Eisini skal nevnast, at fleiri av útbúgvingunum bara verða bodnar út annaðhvørt ár, og tað ávirkar tølini. Til dømis varð bachelor í løgfrøði ikki boðin út í ár, og tann útbúgvingin fekk heilar 58 umsóknir í fjør.


Arbeitt verður nú við at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar um upptøku í seinasta lagi 12. juli, skrivar setur.fo, og har sæst eisini yvirlit við umsóknartalinum býtt á útbúgvingar.