Adrian er verdur fýra milliónir krónur

Manslandsliðið: Tað sigur ítróttarstjórin í Hillerød, men Adrian er meira ivasamur um prísásetingina

- Tað dugi eg ikki at meta. Tað mugu onnur meta um, sigur Adrian Justinussen og flennur, tá hann verður presenteraður við prísskeltinum, sum ítróttarstjórin í Hillerød hevur sett á gøtumannin.

 

Seinastu vikurnar hevur nógv verið at hoyrt til ítróttarstjóran í Hillerød, Jackie Rasmussen. Hann hevur millum annað tosað um Adrian Justinussen, um hann metir er verdur millum tríggjar og fimm milliónir krónur. Gøtumaðurin hevur eisini verið settur í samband við eitt skifti til Superliguna.

 

- Hatta er ikki nakað eg hugsi um. Eg hugsi bara um at spæla og gera tað so gott, sum eg kann. Tað er stuttligt, at tað verður skrivað um áhugan fyri mær, men tað er ikki meira enn hvat tað er, sigur Adrian Justinussen, sum í hesum døgum fyrireikar seg til Nations League dystin móti Norðurmakedónia leygardagin.

 

Adrian Justinussen hevur leingi havt eitt ynski, um at royna lívið sum yrkisspælari. Tað var fleiri ferðir upp á tal, men ikki fyrr enn í vetur skifti hann til Hillerød í næstbestu deildini í Danmark.

 

- Eg visti ikki hvat eg skuldi vænta, men tað hevur gingið væl. Eg fekk eina góðan byrjan og vit hava eitt gott lið, og vit hava eisini spælarar, sum gera meg góðan. Eg eri enn glaður fyri at vera í Hillerød, sigur frísparkssnillingurin.

 

Adrian Justinussen hevur – eins og í HB – vunnið fram millum viðhaldsfólkini og spælararnar. Hann hevur skorað fleiri mál og verið millum eyðsýndu spælararnar hjá Hillerød.

 

- Ja, tey eru góð við meg og tað eru spælararnir eisini. Tá tað verður vant hart, so kunnu spælararnir finna upp á at siga, at eg skal fara úr venjingini, tí eg má vera klárur til komandi dyst, sigur Adrian Justinussen brosandi.

 

Hann hevur ein vón um at koma eitt stig víðari.

 

- Eg havi sjálvnandi ein dreym um at koma eitt stig hægri. Tað hava øll giti eg. Eg spæli eisini við tí endamálinum, sigur Adrian.

 

Hóast Adrian Justinussen hevur verið ein stjørna í føroyskum fótbólti í fleiri ár, so hevur hann ongantíð vunnið fram á landsliðnum. Nú er mannfall og aktian hjá gøtumanninum hevur ongantíð verið hægri enn tað sama. Hann er eisini til reiðar, um boð verða eftir honum.

 

- Eg eri altíð  klárur. Eg skal nokk prógva meg, um eg fái kjansin, sigur Adrian Justinussen at enda.

 

Hann hevur spælt fimm landsdystir og skorað eitt mál. Føroyar spæla móti Norðurmakedónia leygardagin klokkan 14.