Aftur ein sum er trýstur eftir pengum á netinum

- Aftur í gjár høvdu vit eina slíka hending, har ein maður kom inn á gólvið at melda ein slíkan tilburð, sigur løgreglan.

 

Nú er tað meira afturvendandi enn undantakið, at onkur vendir sær til løgregluna, sum hevur verið út fyri at verið trýstur eftir pengum á netinum.

 

Í slíkum føri er oftast talan um, at viðkomandi her heima í Føroyum hevur sent onkrar ónærisligar myndir til onkran, tey halda seg vera komin at kenna á sosialu miðlunum.

 

- Tá myndirnar so eru sendar, hóttir viðkomandi, sum hevur fingið myndirnar, við, at um tann, sum sent hevur, ikki rindar, verða myndirnar sendar vinum og kenningum í Føroyum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at aftur í gjár høvdu tey eina slíka hending, har ein maður kom inn á gólvið at melda ein slíkan tilburð.

 

- Hesin hevði betalt rættiliga nógvar pengar, men tað var ikki nóg mikið, og persónurin í hinum endanum hótti framvegis við at senda myndir til vinir og kenningar her heima.

 

Løgreglan sigur, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, og áheitanin hjá teimum er í fyrsta lagi ikki at senda slíkar myndir, sum fólk ikki ynskja skulu koma á aðrar hendur.

 

- Tað eru typiskt kvinnur - ella fólk, sum geva seg út fyri at vera kvinnur - sum venda sær til føroyskar menn, sum síðan vera trýstir eftir pengum, sigur vaktleiðarin.

 

Løgreglan veit tó ikki um nakað dømi, har útlendingar, ið kanska hava eina falska vangamynd, hava gjørt álvaran av at senda slíkar myndir út aftur til onnur.