Álopsess í Sarpugerði er aftur á vøllinum

Tað er kapping um plássini í fremstu røð hjá FM favorittunum í Víkingi, meðan lyklaspælarar hjá 07 Vestur eru ivasamir

FM favorittarnir í Víkingi fáa í kvøld klokkan 19 vitjan av 07 Vestur. Felags fyri bæði Víking og 07 Vestur er, at liðini hava vunnið størri úrtøku úr 10 teimum fyrstu umførunum, enn tey nakrantíð áður hava gjørt. Víkingur hevur 27 stig, og 07 Vestur hevur 14 stig. Í fyrsta umfari vann Víkingur 2-0 í Sørvági.

 

Meðan Finnur Justinussen var skaddur, sá tað út til, at tað kundi verða trupult at manna fremstu ódnina hjá Víkingi. Nú er øðrvísi. Finnur Justinussen er tøkur aftur, og Martin Klein Joensen og Rani Hansen, sum er tøkur eftir leikbann, eru avloysarar. Og so kemur tað væl við, at Jørgen Nielsen aftur er førur fyri at spæla. Hann hevur ikki enn umboðað Víking, síðani hann í vetur skrivaði sáttmála við felagið í Sarpugerði. Orsøkin er, at hann breyt eitt bein í fótinum.

 

Í gjárkvøldið var Jørgen Nielsen á vøllinum allan fyrra hálvleik, tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi tapti 2-1 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB. Ari Olsen venur aftur, eftir at hann í fleiri vikur hevur verið darvaður av vøddaskaða. Sølvi Vatnhamar, Ingi Jonhardsson og Andreas Lava Olsen eru skaddir.

 

Eftir trý tap á rað – ímóti HB, KÍ og NSÍ – var tað kærkomið hjá Steffen Landro og hansara monnum í 07 Vestur, at tað á heimavølli ímóti EB/Streymi endaði við 2-0 sigri. Merkisvert var tað, at bara tveir føroyingar vóru millum teir fyrstu ellivu á 07 Vestur liðnum ímóti EB/Streymi. Teir vóru miðverjin Eiler Fróðason og Julian Mouritsen, sum var vongverji í høgru. Í seinna hálvleiki vóru fimm vágamenn skiftir inn.

 

Tríggir av lyklaspælarunum vóru ikki tøkir, tí teir vóru skaddir. Tað er ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla í Gøtu í kvøld. Talan er um Sonna Ragnar Nattestad, Janus Svabo Samuelsen og Odd í Haraldstovu Petersen. Vongverjin í høgru Kevin Egell-Johnsen er framvegis skaddur.

 

Víkingur – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 19.00.