Alt spældi væl av á Voxbotn

- Her vóru nógvir samarittar, og her var nógv vaktarfólk, sum øll gjørdu eitt stórt arbeiði. Her var einki hjá okkum at seta fingurin á, og at síggja til gekk alt, sum tað skuldi, sigur løgreglan.

 

Sambært løgregluni í morgun var ein øgilig rúgva av fólki savnað í Vágsbotni í gjárkvøldið og í nátt, nú stóra tónleikatiltakið - Voxbotn - varð hildið.

 

- Her vóru nógvir samarittar, og her var nógv vaktarfólk, sum øll gjørdu eitt stórt arbeiði og tóku sær av tí mesta, sum var inni á økinum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at løgreglan í sivilum búnum var til steðar og helt eyguni við, at skonkt ikki varð til fólk undir 18 ár.

 

- Men, her var einki hjá okkum at seta fingurin á, og at síggja til gekk alt, sum tað skuldi. 

 

Tvey fólk, sum ætlaðu sær inn á tiltakið í Vágsbotni, vórðu kortini víst burtur úr økinum, tí tey uppførdu seg ólátað, og her sendu vaktirnar boð eftir løgregluni.

 

- Tá vit komu á staðið, vórðu hesi fólk víst burtur, og tey fingu eisini eina bót hvør við sær fyri brot á skilhaldsreglurnar, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Sambært løgregluni varð stóra tiltakið í Vágsbotni væl fyriskipað, og her vóru bæði samarittar og vaktir, sum tóku sær av tí mesta innan fyri gyrðingarnar.

 

##med2##


 

 

- Samarittar og vaktarfólk gjørdu øll eitt stórt arbeiði, sigur løgreglan.