Altjóða tónleikafestivalur til Føroyar

Í morgin byrja World New Music Days. Hetta er ein tónleikafestivalur við 140 verkum og 30 konsertum. Konsertirnar verða um alt landið

World New Music Days verða í døgunum 21. juni til 1. juli. Hetta er ein stórur altjóða festivalur, og tað er Felagið føroysk tónaskøld, sum skipa fyri festivalinum í Føroyum.

 

Tað er felagsskapurin ISCM, sum stendur aftan fyri World New Music Days. ISCM hevur 55 limalond, sum hava rætt til at luttaka við framførslum og tónleikaverkum á World New Music Days.

 

Festivalurin varð hildin fyrstu ferð í 1923 og hevur verið hildin árliga kring allan heimin síðani. Tó var ein steðgur undir seinna heimsbardaga og undir koronutíðini.

 

Glenda Kean úr Nýsælandi er forkvinna í ISCM. Hon fegnast um, at festivalurin verður hildin í Føroyum í ár.

 

- Á festivalinum hittast tónaskøld og tónleikarar úr øllum heiminum. Tey kjakast um felags áhugamál og avbjóðingar. Tað er spennandi, at festivalurin verður hildin langt norðuri í ár, sigur Glenda Kean.

 

Síðsta ár varð festivalurin í Suðurafrika, og hetta var fyrstu ferð, at festivalurin varð hildin í Afrika.

 

Øll 55 limalondini hava rætt til at hava eitt verk við á festivalinum.

 

Verkini skulu ikki vera eldri enn 10 ár og ikki longri enn 10 minuttir. Hvørt limafelag sendir seks verk til ISCM. Hesi verða send til vertslandið, sum velur eitt út.

 

Føroysku fyriskipararnir fingu 500 verk at velja úr, og 140 verk eru vald úr rúgvuni. Hesi verða framførd á 30 konsertum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Sunleif Rasmussen er formaður í Felagnum Føroysk Tónaskøld

Kristian Blak hevur verið limur í ISCM síðani 2004

Glenda Keam, forkvinna og Frank J Oteri, næstformaður í ISCM