Annika stórspældi í seinasta dystinum undan landsliðssteðginum

Føroyski landsliðsmálverjin bjargaði 50 prosent av málroyndunum í heimadysti hjá Follo í dag

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo tóku í dag ímóti Gjerpen í Stil Arena í Follo í dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Follo tapti tíverri tepurt 24-25 fyri Gjerpen, ið var á odda 16-13 í steðginum.

 

Men Annika stóð fyri einum framúr góðum avriki í seinasta dystinum áðrenn hon saman við føroyska kvinnulandsliðnum skal spæla mest týðandi landsdystirnar nakrantíð, EM-undankappingardystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist 3. og 7. apríl.

 

Annika bjargaði 15 av 30 málroyndum, also eitt bjargingarprosent upp á 50. Harímillum var eitt bjargað brotskast. Kappingarneytin, June Cecilie Krogh bjargaði fimm av 15 málroyndum tann partin av dystinum hon vardi málið hjá Follo.

 

Follo er næstaftast í deildini við 12 stigum. Romerike Ravens og Fana eru beint frammanfyri Follo við 13 stigum. Aker er aftast í deildini við átta stigum.