Argjamenn flongdu FC Hoyvík

1. DEILD: Úrslitið í dag var heilt øðrvísi, enn tá ið FC Hoyvík fyri tveimum vikum síðani hevði vitjan av AB

Mynd: AB

Tað gongur ikki væl hjá FC Hoyvík, sum í fjør flutti upp úr 2. deild og í 1. deild. Eftir fyrsta triðingin av hesum kappingarárinum var FC Hoyvík næstaftast við fýra stigum.

 

Í dag varð farið undir annan triðing, og tað gekk ikki væl hjá FC Hoyvík, sum hevði vitjan av AB, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini.

 

Argjamenn eru á veg út aftur um brúnna, og í viðførinum hava teir trivaligan 5-0 sigur. AB skoraði beinanvegin tvey mál, og brekkan varð uppaftur tyngri hjá FC Hoyvík, tá ið málverjin Nicolai Vistisen longu í 21.minutti sá beinleiðis reytt kort, og heimaliðið harvið var undirmannað í 70 minuttir.

 

Fyri tveimum vikum síðani var tað stórt vónbrot hjá AB, tá ið tað á útivølli endaði við 1-0 tapi ímóti FC Hoyvík, sum tá vann fyrsta og higartil einasta sigurin.

 

Í kvøld vóru argjamenn ógvuliga uppsettir. Jóhannes Dalsgarð skoraði bæði í 10. og 19. minutti. Uppleggið til fyrra málið átti vongverjin í høgru Hjalti Reinert Olsen, sum sær út til at hava vunnið fast pláss á liðnum, og uppleggið til seinna málið átti vongverjin í vinstru Beinir Ellefsen. 23 ára gamli Jóhannes Dalsgarð hevur áður skorað tvey mál í næstbestu deildini. FaroeSoccer veit at siga, at hann skoraði tvey mál í 2020, og tá var tað næstbesta liðið hjá AB, sum var í 1. deild.

 

Tá ið stórur hálvur tími var farin, økti AB um munin til 3-0. Málskjútti var veteranurin Sørin Nygaard Samuelsen, og uppleggið átti Filip í Liða, sum nú er liðformaður á Argjum.

 

Hóast tað vóru 10 í FC Hoyvík og 11 í AB, so vórðu ikki fleiri mál skorað, fyrr enn tað restaðu 12 minuttir. Tá økti innskifti Martin í Stórustovu um munin til 4-0, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað eyðsýndi Marley Blair, sum staðfesti rimmar sigurin hjá AB. 24 ára gamli framrættaði eingilski spælarin skoraði fyri fjórðu ferð í ár.

 

Tað hevur gingið eitt sindur striltið hjá AB higartil í ár. Nú hevur AB vunnið 15 stig, og er við at nærkast heiðursmerkjaplássunum.

 

Um eina viku fær AB vitjan av grannunum í B36, og tá fær FC Hoyvík vitjan av teimum næstbestu í NSÍ.

 

Mynd: AB