Árni: Hetta vísir at alt ber til

Dagsins maður var vónbrotin eftir síðsta bríksl, men nú fegnast hann um avrikið, sum vísir, at tað kann bera til í Europa League, sum nú bíðar

-Eg dugi ikki at síggja, hví tað ikki skal bera til, tá ið vit nú hitta lið í Europa League. Vit hava hugt eitt lítið sindur eftir teimum báðum, sum nú eru á skránni. Í annaðkvøld verður greitt, um tað verður lið úr Bosnia Hersegovina ella Grikkalandi. Men tað, sum vit hava sæð, órógvar okkum ikki. Tá ið vit megnaðu hetta í kvøld, so eiga vit eisini at megna lið, sum í morgin verður varpað úr Champions League.

 

Soleiðis segði Árni Frederiksberg eftir dystarlok og 3-2 heimasigur í Klaksvík í kvøld. Hann segði tað í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

-Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var eg vónbrotin um, at tað ikki var eydnast okkum samantalt at vinna okkum víðari. Men nú fegnast vit um avrikið og úrslitið í kvøld, og nú eru vit spentir til næstu avbjóðingina, sum verður í Europa League um eina viku, sigur Árni Frederiksberg, og hann heldur fram:

 

-Í løtuni kenna vit tað soleiðis, at tað gongur okkara veg. Spælarar, sum hava verið skaddir, eru tøkir aftur, kappingin um plássini á liðnum er stór, og tað ber aftur við sær, at støðið í venjingunum er sera høgt, sigur Árni Frederiksberg.

 

Og nú ert tú toppskjútti í altjóða liðfótbólti fyri Føroyar?

 

-Tað hugsi eg ikki so nógv um akkurát nú. Tað er sjálvandi hugaligt at hava skorað 11 ferðir í 10 dystum í Champions League, men tað fara vit at práta um, tá ið sonurin verður størri, og hann fer at spæla.

 

Nú snýr tað seg um bæði landskappingina og kappingar í Europa, og eg havi góða kenslu um, ag tað fer at eydnast okkum aftur at vinna okkum í bólkaspæl, sigur Árni Frederiksberg í samrøðu við FM1 útvarpið.