Tá ið G doyði í 1945, var Asta 15 ára, og hon arvaði kioskina. Asta var yngsta dóttir Jakke og Jettu.
Hon var bara fáar mánaðir gomul, tá ið mamman doyði. Hon vaks upp hjá Djóna, gubba sínum, og Elisabeth, nevnd Betta, í Lucas Debesar gøtu. Tey bæði húsini vóru væl. Síðan var tað Christian Weihe, sum stóð fyri kioskini tey næstu trý árini, áðrenn Asta tók við. Christian tók sær í mong ár av bókhaldinum hjá henni.
Lesið eisini: Fara nú at varðveita kioskina hjá Astu
Asta giftist í 1955 við Nikláa Jacobsen, skipara av Glyvrum. Tey búsettust í Tróndargøtu og fingu tey trý børn.
Niklái fór í land seinast í fimmtiárunum at hjálpa Astu í kioskini. Tey plagdu at skiftast um at standa har. Eisini høvdu tey skúlanæmingar at hjálpa til um kvøldarnar. Vanliga var opið til kl. 11 á kvøldi. Niklái doyði í 2001, 73 ára gamal. Asta hevur síðani verið einsamøll um at reka kioskina, til hon í fjør varð seld.
Kelda: Jógvan, Annfinn og Álvur Danielsen